Formaðurin í KRF, Solby Eliasen, sigur at sjálandi fegnast tey um at hava vunnið gullmerki og tvey silvurmerki, men nógv kann broytast til Norðoystevnuna
Fípan Fagra, dreingir, vann silvur, Páll Fangi, gentur, vann gull og Nevið Reyða vann silvur á Skálastevnuni í dag, men formaðurin ávarðar ímóti at vantað ov nógv á Norðoyastevnu.
– Vit eru sjálvandi ógvuliga glað um at tað gekk so gott á Skálastevnuni, men vit eiga at minnast til at allir bátarnir vóru ikki tilmeldaðir.
– Hóast Útvarpsmaðurin hevði okkum langt á odda so vóru vit ikki fremst frá byrjan men bardu okkum framum. Harafturat vóru bátar sum; Jarnbardur, Gongurálvur, Sølmundur og Fotna ikki tilmeldaðir, so kappingin verður óivað harðari á Norðoyastevnu.
Trupult at rógva
Líkindini at rógva á Skálafjørðinum vóru ikki góð. Tung alda var í sjónum og tí høvdu tær yngru manningarnar tað ikki so lætt í dag.
– Tíbetur var beint ímóti tí tá er lættari at rógva. Hjá okkum gekk alt sum tað skuldi men dreingirnir umborð á Teklu fingu stórar trupuleikar.
– Teir vóru so óhepnir at bróta eina ár og máttu tí rógva 1000 metrar við fimm árum.
Vónandi verður betur veður á Norðoyastevnu, og um so er so fáa vit ein heilt annan róður.
– Men tað var sera stuttligt at tað gekk so væl hjá okkum. Hetta hevur givið rógvarunum sterka trúgv og tá er alt møguligt.




