64 ára gamli Jóhan Nilsen hevur verið venjari í 1.deild síðan 1968 tá hann fyri fyrstu ferð slapp at royna seg sum venjara hjá HB.
At hann er roknaður sum ein av føroya bestu venjarum er ikki løgið, tí tey 35 árini hann hevur staði á odda fyri 1.deildarfeløgum er tað vorið til eina rúgvu at meistaraheitum.
– Eg haldi meg við líka við at lesa eina rúgvu, møta upp til tey skeið sum vera fyriskipað og annars at vitjað feløg uttanlanda við jøvnum millumbili. Hetta noyðist ein at gera fyri ikki at steðga upp og bara koyra í somu rillu.
Drúgu royndirnar gera at Jóhan kennir flest allar leikarar í føroysku kappingini, men Jóhan heldur ikki at hetta er nakar fyrimunur.
– Tað koma jú allatíðina nýggir leikarar á tey ymisku liðini og hartil kanst tú ikki brúka orku upp á mótstøðuliði men konsentrera teg um tínar egnu og at fáa spæli hjá teimum at fungera.
Skála
Jóhan sigur at loyndarmálið aftanfyri sigursrøðina hjá Skála er eldhugin hjá leikarunum.
– Teir hava góð evni at spæla, men tað er fyrst og fremst eldhugin sum hevur gjørt munin og tey góðu úrslitini hava nú eisini givið eina spæligleði.
-Liðið er stórt sæð tað sama sum í fjør. Vit hava mist ein leikara til NSÍ og fingið ein í staðin, so hópurin er stórt sæð tann sami.
– Tað er stuttligt at upplivað hvussu áhugin fyri fótbólti á Skála er voksin í kjalarvørrinum av góðu úrslitunum í fótbólti.
Jóhan um seg sjálvan.
– Eg var ongantíð nakar góður fótbóltsleikari. Eg var tað sum teir kallað ein sekundaleikari. Tá eg var ungur fekk eg konstantera ov høgt blóðtrýst. Eg fekk forboð at spæla fótbólt, so eg byrjaði ikki rættuliga fyrr enn eg var 23 ára gamal.
– Eg leikti kansta einar 30 dystir tilsamans á 1.deild í mínari tíð sum fótbóltsleikari.
– Men onkur hevur sagt at tær nýtist ikki at hava verið ein hestur fyri at verða ein góður reiðmaður, og hetta passar kanska til mín.
Koma við øllum monnum
Spurgdur um dystin í Klakvík, sigur Jóhan at hann gleðir seg til dystin.
– Í løtuni hava vit hvørki leikbann ella skaðar so tað vera allir menn tøkir til dystin í Klaksvík og tað gleða vit okkum til.
– Tað er altíð trupult at spæla móti KÍ í Klaksvík, men vit taka ein dyst í senn, og vónirnar eru altíð góðar.




