Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Treyst av Treystinum at skipa fyri renning ár um ár

Oliver Joensen

Hóast vit í Norðoyggjum ikki hoyra so nógv til rennifelagið Treystið, so er hetta eitt mergjað felag, ið við áhaldni og ágrýtni alsamt gerst størri partur av ítróttarsamfelagnum í Norðoyggjum.

Føroya Bjór renningin ídag, Norðoyastevnuaftan var bæði væl fyrireika og væl fyriskipað. Ung sum gomul royndu seg í rennikappingini og ikki var sørt av áskoðarum til kappingina hóast ymiskt annað eisini var á Norðoyastevnuskránni um sama mundi.
Teir báðir Guttorm Sørensen og Jonhard Larsen mugu sigast at vera krumtapparnir í felagnum og í góðveðrinum í dag var lag á manni at skipa fyri slíkari kapping. Meira um renning í Norðlýsinum fríggjadagin, eisini við myndum.

Harleywoodpaint