Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Villblómudagur í norði 2004

John William Joensen

Sunnudagurin 13. juni er settur at vera villblómudagur í Norðanlondum, eisini í norðoyggjum veru skipað fyri plantudegi.

Tað er Føroya náttúrugripasavn, ið stendur fyri tiltakinum í Føroyum og til at skipa fyri degnum í norðoyggjum, hevur Náttúrugripasavnið heitt á Kára Purkhús.
Kári Purkhús sigur við Norðlýsið, at hann heldur kanska at tað er nakað tíðliga í Føroyum at fara út at leita eftir villblómum, men nú ásett er at skipað skal vera fyri tiltakinum samstundis í øllum norðanlondum, fara vit eisini.
Eg havi tí valt at vera so niðarlaga sum møguligt, tí har byrjar summargróðurin fyrst. Ongin, ið hevur hug at luttaka skal halda seg aftur, tí hetta er ikki ein gongutúrur, hetta er ein blómutúrur. Eg havi hugsa mær at fara til Kunoyar, við plantaguna og ganga fram við vegnum har at finna blómur. Men, sjálvandi, um onkur teknar seg, ið hevur onnur hugskot, so eru tey vælkomin at siga mær frá tí.
Plantutúrurin verður sum sagt í Kunoy og tey, ið hava hug at luttaka kunnu kanska hava blómubøkur við, sum tey eiga og kanska eisini pappír og penn at skriva.
Sunnudagstúrurin tekur tveir tímar, ímillum kl. 14 og 16 og tey, ið hava hug, kunnu melda seg til hjá Kára Purkhús á tlf. 757840.

Harleyfacadeacryl