Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanarhúsið Atlantis gjørt avtalu við Shellstøðina

John William Joensen

Í vikuni gjørdi mentanarhúsið Atlantis avtalu við Shellstøðina í Klaksvík, um sølu av atgongumerkum til allar filmssýningar og onnur tiltøk, sum framyvir verða í Atlantis.

Leiðarin á Atlantis, Høgni Klakkstein, er glaður um avtaluna. Hetta kemur at økja um tænastuna til okkara hyggjaraskara. Sum nú er hava fólk bert kunna keypt atgongumerkir ein tíma undan hvørjari sýning, men henda avtala førir við sær, at fólk kunnu ogna sær atgongumerkir allar dagar í vikuni – frá tíðiliga á morgni, til seint á kvøldi. Tá vit ikki hava fíggjarliga orku at seta fólk av, at selja atgongumerkir fleiri tímar á degnum, haldi eg hetta er ein góð loysn, sigur Høgni at enda. Varðaleiðarin á Shellstøðini, Malan Berg Hansen, er eisini glað um avtaluna. Vit hava valt eina trygga og góða loysn. Vit hava keypt okkum somu útgerð sum Atlantis hevur, og eru vit nú elektronisk samanbundin. Kundar kunnu frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, koma inn á Shellstøðina og ogna sær atgongumerkir til eina og hvørja sýning. So frá í dag av kunnu Norðoyingar keypa atgongumerkir til filmssýningar á Shellstøðini.