Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samskip fer undir vikuligar rutusiglingar til europeiska meginlandið: Hækkað tænastustøðið til feskfiska útflytarar í Føroyum

John William Joensen

Samskip hava sett eitt skip afturat Skaftafelli at røkja rutuna millum Ísland, Føroyar og europeiska meginlandið.

Frá og við næsta mánaði fer felagið at steðga eina ferð um vikuna í Klaksvík, í staðin fyri aðru hvørja frammanundan. Við hesum kann felagið bjóða føroyskum útflytarum uppaftur betri tænastu til flutning av feskfiski til bretska marknaðin.
Nýggja skipið, ið hevur fingið navnið Akrafell, hevur kapasitet uppá stívliga 5.100 tons av farmi. Tað varð smíðað í Rumenia og Týsklandi í 1997.  Tað kann flyta 435 bingjueindir, ferðin er 14 fjórðingar og manningin telur 13 mans.
Við Akrafelli broytir Samskip fráferðina á rutuni. Skipini steðga í Klaksvík mánadagar frá og við 5. juli ístaðin fyri hósdagar. Tey verða í Immingham í Bretlandi mikukvøld ístaðin fyri leygardagar, og í Rotterdam hóskvøld ístaðin fyri sunnudagar.
„Við hesum broytingum hækka vit munandi okkara tænastustøðið,“ sigur Hinrik Bjarnason, deildarleiðari á útflutningsdeildini hjá Samskip. „Hetta fer at geva feskfiska útflytarum í Føroyum nógv størri møguleikar, tí fiskurin verður klárur at útflýggja hósdagar í Onglandi. Áður kom hann á marknaðin har annan hvønn mánamorgun,“ sigur Hinrik.
Samskip byrjaðu rutusiglingina frá Klaksvík í byrjan av april í ár og undirtøkan hevur verið stak góð. 

Sølumaðurin hjá felagnum í Føroyum er Niclas Kristiansson Niclasen.
Skrivstovan hjá honum er í Klaksvík. 

SP/F Samskip
Á Stongunum * Postboks 220 * FO-700 Klaksvík

Hinrik Bjarnason, í síma (+354) 569 8386
Niclas Kristiansson Niclasen, í síma (+298) 459848.


Ferðaætlanin hjá Akrafelli og Skaftafelli* frá 2.7. 2004

Kai                     Koma – Kl.                             Fráferð – Kl.
Reykjavík                                                          fríggjadagur  24:00
Reyðarfjørður    Sunnudagur  05:00                  sunnudagur 16:00
Klaksvík             mánadagur 17:00                    mánadagur 23:00
Immingham        mikudagur 23:00                     hósdagur 14:00
Rotterdam          hósdagur 21:00                       fríggjadagur 09:00
Reykjavík           týsdagur 09:00

Grundartangi* 
hósdagur 08:00                       hósdagur 16:00