Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um tveir tímar lenda fyrstu FCK-ararnir á tyrluplássinum

Oliver Joensen

Kl. 18 í kvøld verður ársins fótbóltsdystur á Djúpumýru. Tá fer KÍ at leika ímóti Toda og FCK, sum bæði er steypavinnari og meistari í bestu donsku deildini.

Í stuttari samrøðu segði Todi nú klokkan 15, at teir fyrstu FCK-ararnir, sum skulu byrja inni koma við fyrstu tyrluni. Hon lættir úr Havnini kl. 16.15 og lendir væntandi á tyrluplássinum uppi á Horni um kl. 17.
Vit eru sera spentir uppá dystin og ætla okkum sjálvandi at vinna dystin.
Skráin er annars hon, at farið verður á vøllin kl. 18. Eftir dystin fara FCK-ararnir at geva sær stundir at skriva autografar til børnini, um tey hava hug til tess og aftaná verður lítil samkoma í Lognbrá har millum annað borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen fer at siga nøkur orð. Ætlanin er at fyrsta tyrlan við FCK-arum skal fara avstað aftur kl. 21, so tíðin er sera knøpp.
Vit síggjast á Djúpumýru.