Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein fiskitúrur við ferðaleiðara

Oliver Joensen

I gjárkvøldið, leygarkvøldið, var skipað fyri at vit fingu ferðaleiðara við okkum at fiska, og tað var ein uppliving av teim positivu.

Willy var fryntligur og hjálpsamur, og vit fóru frá hotellinum her við hansara bili og koyrdu kring um her á leiðini, har hann vísti okkum ymisk góð sílavøtn.
At enda "royndarfiskaðu" vit so við eitt vatn, men synd er at siga at fongurin var stórur, 8 síl bleiv tað til tilsamans, men kvøldið var sera hugnaligt, at standa her úti í oyðini og njóta náttúruna. Landið er ógvuliga líkt okkara, men vit sakna fjøll, hamrar og áir.