Um vikuskiftið beyðst Norðlýsinum høvi at vitja í Tindhólmi saman við Michael Matras og øðrum góðum fólki.
Tindhólmur er sambært uppmátingum 65 ha til støddar ella um 6.500 kvadratmetrar. Har eru 32 gyllin í jørð ella 2 merkur og øll jørðin í Tindhólmi er ogn. Tað var Ríki-Danial, sum í sínari tíð keypti helvtina av Tindhólmi og eftirkomarar hansara hava fyri bert trimum árum síðani bygt einá nýggja smáttu úti í hólmanum, og tað var her vit búleikaðust í tveir dagar.
Meginparturin av tilfarinum til nýggju smáttuna kom úr Canada og tað var Jógvan hjá Ewald, sum skipaði fyri tí. Síðani var alt flutt út í Tindhólm, har tey eftir Niclas Norðuri í Stovu stóðu saman um at seta smáttuna upp og smíða liðugt.
Ein kundi ikki annað enn leggja til merkis, at Jógvan Kjølbro hevur havt Skúvadalshúsið í huga tá hann hevur strikað upp húsið í Tindhólmi, tí hugskotini eru meinlík hvørjum øðrum, hóast húsið í Tindhólmi sjálvandi er meira framkomið enn gamla Skúvadalshúsið.
Áhugavert var at hoyra Michael Matras greiða frá ymiskum á túrinum í Tindhólmi og hóast vit ikki rukku hvønn krók á hesum sinni, so eiga vit tað kanska tilgóðar eina aðra ferð.
Tveir Sørvingar lógu í gamla húsinum ímeðan vit vóru har úti. Teir vóru við stongini, men lítið kom burturúr, tí vit vórðu so seint á sumrinum har úti, at lundin í roynd og veru var farin. Tó, eitt kók fingu teir báðir ungu menninir.




