Stevnan, ið hevur til endamál at byggja svimjihyl, er nú reiðiliga vorðin fastur táttur í føroyska stevnulívinum.
Ovastevnan 2004 verður vikuskiftið 6. til 9. august í ár. Fyri hvørt ár gerst stevnan meira umfatandi og tískil roynir nevndin sjálvsagt at skipa tiltøk, soleiðis, at allir stevnugestir kunnu hugna sær hesar dagar vitjað verður í Nólsoy.
Eins og vanligt er, byrjar stevnan fríggjakvøld, og verður lagt út við bæði tivoli og góðum dansi. SHOWMENN spæla til dans bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið og tí verður gott ferðasamband um fjørðin báðar næturnar. Dansurin er í tjaldinum í skúlagarðinum og undanfarnu árini hevur tað riggað væl. Í ár luttaka Anfinn Nielsen og Terji Rasmussen sum gestatónleikarar fríggjakvøldið og helst verða gestatónleikarar eisini á pallinum leygarkvøldið.
Setanin er leygardagin, í Geilini. Røðuna heldur Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og aftaná fara barnakór í Nólsoy og Nólsoyar sangkór at syngja nakrar sangir. Eru svimjararnir allir komnir á land, so verða heiðursmerkini handað í hesum sambandi.
Regatta-siglararnir koma til Nólsoyar leygardagin, og setir hetta sjálvsagt eisini dám á, tá ið bátar liggja í longum røðum. Í ár verður skipað fyri mat- og ølsølu í tjaldinum niðri á keiini undanfarnu árini hevur verið ov trupult at keypt sær ein bita, men í ár verður betri: Breyð, turrur fiskur, spik og epli verður til keyps. Sjálvsagt verður pylsuvognur eisini.
Afturat regatta-gestunum, siglir Ritan mestsum pendulfart og í hesum sambandi verður ferðaseðlaskipanin tann, at ferðandi rinda tur-retur ferðaseðil í Havn. Nólsoyar Bjargingarfelag hjálpir til, soleiðis at ferðandi koma í land og sleppa umborð undir tryggum umstøðum.
Bæði bjargingarfelagið og samarittar verða eisini tøkir, á stevnuni og serliga í sambandi við at svomið verður um Nólsoyarfjørð leygarmorgunin. Svimjararnir leypa á bláman úti við Strond klokkan 10.
Ítrótturin eigur sítt pláss á stevnum og tí verður eisini skipað fyri rennikappingum og kappingum at vita hvør sterkasti maðurin er og hvør fimasta kvinnan er.
Serligt fyri ovastevnunan er eisini, at skipað verður fyri loppumarknaði í skúlanum. Savnað verður saman í bygdini og altíð er okkurt gott ella stuttligt at finna.
Tivoli verður bæði úti á Veg og í skúlanum. Gestirnir eru nógvir, so roynt verður at skipað soleiðis fyri, at bæði børn, ung, vaksin og eldri kunnu hugna sær. Tí verður bæði tombola, bamsutombola, 21-spæl, skjótibásur, hoppiborgin Sjórænaraskipið, skreiðiborg, karusell og enntá ein lítil asni at royna. Serliga fyri børnini verða eisini el-bilar og ballónsøla. Høvið verður at keypa sær breyð, øl, pylsur, candyfloss og pop-corn.
Tá ið klokkan verður 22 leygarkvøldið, verður skipað fyri felagssangi og eftir at gestirnir hava hugnað sær við góðum sangi, verður dansur verður í tjaldinum í skúlagarðinum har SHOWMENN spæla til dans.
Um onkur enn er, ið ætlar sær at luttaka í svimji- ella rennikapping, er bert at seta seg í samband við Jákup av Skarði. Best er at skriva til jakupavs@skulin.fo ella senda sms til tlf. 217001. Eru spurningar ber eisini til at ringja 217001.
Heitt verður á svimjarar at hava navn/upplýsing um bát og hjálparfólk, tøk, tá ið meldað verður til.
Við vón um góða svimjing og góða Ovastevnu.
Stuðulsnevndin fyri Svimjihyli í Nólsoy.




