Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NFÍ samskipari á festivaløkinum

John William Joensen

Tað er NFÍ sum stendur fyri at samskipa sølubúðir, hoppiborgir og annað sum skal verða á sjálvum festivaløkinum.

Formaðurin í NFÍ, Sigurd Mikladal, sigur at fyrireikingarnar til Summarfestivalin ganga sera væl.
– Um veðrið verður eins gott sum tað er í løtuni, so er eingin ivi um at rættuliga nógv fólk fara at vitjað Summarfestivalin.
Tey sum ætlað at fáa ein bás á økið kunnu venda sær til NFÍ, Sigurd  Mikladal ella Simun Michael Sørensen.