Nógv fundarvirksemi hevur verið í KÍ síðan vikuskiftið.
Gjárakvøldið høvdu Starvsnevndin og Fótbóltsdeildin hvør sínar fundir. Í dag er ætlanin at hava ein felagsfund í leiðsluni, og sum skilst verður eisini fundur við leikararnar.
Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, var ikki hugaður at koma við viðmerkingum.
– Vit tosað innanhýsis um støðuna, og fara tí ikki út í fjølmiðlarnar, men tað er greitt at vit ikki eru nøgd við at flaggskip felagsins liggur á triðaftasta plássi, segði formaðurin í stuttari viðmerking seinrapartin.




