Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niclas á Líðarenda, varðformaður í FSF og fyrrverandi dómari: Tað mugu gerast greiðar reglugerðir um brúk av sjónvarps upptøkum

John William Joensen

Niclas á Líðarenda er samdur í at tíðin er búgvin til at brúka sjónvarpsupptøkur, men heldur ikki at kappingarnevndin einsamøll eigur at broyta mannagongd.

Niclas á Líðarenda, sum fyri stuttum tók seg burtur úr døming í fremstu deildini og sum nú er varðaformaður í baði kappingarnevndini og nevdini í FSF, sigur at spurningurin um sjónvarpsupptøkur eigur at verða tikin í stórum álvara og ikki bert skundast í gjøgnum.
– Tað er ikki nakað nýtt at feløg hava kravt at fingið dómar broyttar út frá sjónbanda upptøkum, men higartil hevur kappingarnevndin ikki vilja brúkt sjónbonda í dómsviðgerðini.
– Eg vil undirstrika at eg ikki eri ímóti at brúka sjónvarps upptøkur, men eg haldi at áðrenn tað verður gjørt eiga allir partar, at verða hoyrdir og skulu greiðar reglur gerast um hvussu vit nýta tær.
– Í fjør royndi KÍ við sjónbandaupptøkum at fáa eitt gult kort hjá Ova Nysted ógildað, men tá eins og í fleiri øðrum líknandi málum vísti nevndin málið frá sær. Tí er tað eitt sindur løgið um nevndin av sínum eintingum, miðskeiðis í einum kappingarárið broytur mannagongd.
 
Hvussu skulu upptøkurnar brúkast
Fara vit í holt við sjónbandaupptøkur so kunnu vit ikki brúka sjónbond bert til at fríðfinnað leikarar, men so mugu vit eisini døma leikarar og tá kann verða at feløgini ikki longur eru so áhugað.
– Tí er tað umráðandi at vit hava feløgini við í hesum tí FSF er jú felagskapurin hjá feløunum.
 
“Disiplinerkomite”
Niclas á Líðarenda sigur at ein partur av sprurninginum er leikluturin hjá kappingarnevndini.
– Uppgávan hjá okkum í kappingarnevndini er at fáa kappingarnar at glíða so væl sum gjørligt og tí er tað umráðandi at nevndin hevur eitt gott samstarv við feløgini og tí er tað eisini ein trupuleiki um tá sama nevnd skal virka sum dómari.
– Um feløgini vilja at sjónvarpsupptøkur skulu brúkast, so eiga vit at seta á stovn eina sokallaða disiplinerkomite, sum vit kenna frá londunum kring okkum, og harvið skilja tingini sundur.
Niclas á Líðarenda sigur at hann ikki er mótstandari av at brúka sjónvarpsmyndir, men skal hetta gerast so eigur eitt alment kjak at verða um hvussu hetta skal gerast.
Hann mælir tí frá at kappingarnevndin av sínum eintingum setir eina skipan í verk uttan at hava feløgini og dómararnar við og uttan at hava umhugsað hvat ein slík skipan inniber.