Í morgun svam klaksvíkingurin David Carry 4 X 200m stafett við bretska landsliðnum og teir svumu seg í finaluna
Í dag svam David hálvfinaluna við tíðini 1:49:28. Hetta er persónligt met sum áður var 1:49:71 tá hann i aprílmánaða kvalifiseraði seg til OL.
Bretska landsliði hevur við fjóðraplássinum, kvalifisera seg at koma víðari í finaluna.
So tað er eingin ivi um at David er í sínum lívs formi og í kvøld verður tað spennandi um David og hinir á bretska liðnum megna at vinna bronsuna frá Týsklandi, tí sum Norðlýsið skilur so verður roknað við at dysturin um gullið og silvurin er millum USA og Australia.




