BT skrivar í morgun at ein 20 ára gamal maður royndi í vikuna at rána ein handil, men allir møguligir trupuleikar stungu seg upp og endin var at ránsmaðurin noyddist at flýggja við ongum
Tey flestu minnast filmin við Woody Allan um heimsins mest óhepna bankaranara.
Nú hevur ein maður í Danmark eftir øllum at døma roynt at gjørt filmin hjá Woody Allan til veruleika.
Hendingin fór framm við Egå tætt við Århus.
Eingin skiltið ránsmannin
Høvuðstrupuleikin hjá ránsmanninum var at hann ikki megnaði at fáa fólk at skilja seg hóast hann royndi seg bæði skrivliga og munnliga.
20 ára gamli gerningsmaðurin hevði annars planlagt ræningina út í æsir.
Bilurin hann skuldi brúka til at flýggja við stóð klárur, og hann hevði í eina tíð hildið eygað við handlinum hann ætlaði at ræna.
Av tí at maðurin ikki dugdi danskt so hevði hann ein seðil í hondini har skrivað stóð: "Tag det roligt, giv mig pengene!".
Men tá hann legði seðilin á diskin frammanfyri tað fryntligu kassa-dámuna fór ætlanin í vaskið.
Tann fitta kassa daman skiltið ikki tað sum stóð á seðlanum. Hon royndi at hjálpa manninum, men maðurin dugdi ikki at siga hvat hon skuldi gera við seðilin.
Maðurin bleiv meiri og meiri bangin. Hann royndi at tala enskt til kassadámuna, men tað gjørdi støðuna bara verri tí kassadáman helt nú at maðurin vildi hava hana at umseta tað sum stóð á seðlinum til enskt.
At enda bar av og maðurin flýggjaði út úr handlinum. Eitt vitnið fekk tó mistanka til mannin og gjørdi sær tann ómak at skrivað nummari á bilinum niður og meldað hendingina til løgregluna.
Tað gekk ikki long tíð til maðurin varð handtikin, tí maðurin hevði brúkt sín egnað bil til ránið.
Eitt sjálvtsamt mál
Løgreglan í Århus sigur við BT, at tað stendur heilt greitt at maðurin ætlaði at ræna pengarnar í handlinum men alt endaði í ruðuleika og tí fer løgreglan at hugsað seg væl um hvat hon skal ákæra mannin fyri. Løgreglan helt tað ikki verða neyðugt at varðhaldsfongslað mannin.
Lagt verður afturat at eftirfylgjandi var hendingin sera skelkandi fyri handilskvinnuna.




