Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jonhard Larsen, føroyameistari í fótbólti 1942: Eliesar Poulsen og Símun hjá Hildu leiddu meg til hús

John William Joensen

Í samband við at KÍ í dag er 100 ár endurprenta vit samrøðu við Jonhard Larsen sum var við til at vinna fyrsta FM-heitið.

Jonhard Larsen, føroyameistari í fótbólti 1942:
Jonhard Larsen, sum í gott 30 ár hevði kjøthandil við Klaksvíksvegin, breyt knæi í finaludystinum millum KÍ og TB í 1942

Jonhard Larsen, vanliga nevndur Jonhard í Kjøthandlinum, er 83 ára gamal og hann minnist serliga væl til dystin í 1942 tá KÍ vann á TB.
– Satt at siga so minnist eg ikki so nógv til sjálvt bóltspælið men heldur hendingina, tá vit høvdu bert spælt fáar minuttir og eg noyddist av vøllinum við brotnum knæið.
– Hendingin fór fram framman fyri málið hjá TB. Eg var komin soleiðis fyri at møguleiki var at skjóta upp á málið.
– Men ólukkutíð, samstundis sum eg sparkið til bóltin, tveitir málverjin seg fyri og í vendingini slitnaði høvusspongin sum gongur undir knæskelini.
– Vit fóru heimaftur við Leynafossið, bátinum hjá Samson, og minnist eg til at teir báðir Eliesar Poulsen og Símun hjá Hildu, sum vóru við í ferðalagnum norður, leiddu meg til húsa.
– Dagin eftir fór eg til lækna sum legði meg í gips.
– Hetta kom sera illa við hjá mær, tí um somu tíð gekk eg í giftingartonkum, men tað mátti alt bíða.
Um hesa tíðina hevði Jonhard ikki handil men hann koyrdi lastbil.
– Eg hevði fyrsta bilin sum kundi vippa lastina við oljutrykki. Eg minnist at eg mátti søkja kommununa um loyvi at fáa bilin til Klaksvíkar, tí menn mettu at hann var ov stórur til vegirnar.
– Tað var óført so snilt sum menn hildu bilin verða. Eg kundi sita inni í húsinum og vippa lastina. Hetta hevði eingin sæð áður.

Brend Steypið
Seinri sama ár luttók KÍ í eini kapping sum ensku hermenninir skipaðu fyri.
– Vit taptu fyrra dystin í Klaksvík 3-2 men vunnu seinra dystin í Havn.
– Eg minnist hvussu harmir eingilsmennirnir vóru.
– Teir vildu ikki vita av okkum og tá avtala var at drekka ein kaffimunn saman eftir dystin møtti eingin av leikarunum upp. Ein yvirmaður kom tó og tá hann sá skilið sendi hann tveir menn á motorsúkklu at leita eftir leikarunum og so komu teir sum flongdir hundar.

Sera áhugaður í fótbólti.
Hóast Jonhard ikki er ungur longur so hevur hann stóran áhugað í fótbólti.
– Eg eri alt ov ivrigur. Eg blívi nógv for spentur og toli ikki at síggja teir tapa.
Tí er betur at halda seg burtur av plenuni, men eg vænti tó at eg finni leiðina niðan á vøllin.
Spurdur um útlitini hjá KÍ í ár, er Jonhard eitt sindur ivasamur.
– Eg hoyri tey tosað um at tað skula verða ov nógvir gamlir leikarar.
– Eg haldi at teir gomlu mugu verða við tí tað er so skjótt at teir ungu forleypa seg. Men eg haldi har er onkur góður leikari og tað er altíð spennandi tá eitt nýtt kappingarár byrjar, so vónandi fer at hilnast.