Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tillukku KÍ

John William Joensen

Tað var ein tignarlig og vælskipa móttøka, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag stóð fyri á 100 ára degnum týsdagin.

Kringumstøðurnar hjá fótbóltinum í Klaksvík mugu sigast at vera sera góðar, serstakliga tá hugsað verður um tær sosialu.

Áhugavert var at ganga ímillum fínar flippumenn og børn og ungdómar á somu móttøku og sigast kann ikki annað enn at tað at ongar avmarkingar vóru settar fyri hvør í møta kundi, ber boð um eina hugaliga framtíð, har ítróttarfelagið ikki ger mun á høgum og lágum.
Nógvar góðar talur vóru hildnar og ikki skal her takast dagar ímillum góðorðini, ið fullu. Stuttligt var at síggja teir báðar Birgir Enghamar fyri HB og Niclas Davidsen fyri B68, men tað skuffaði eitt sindur at teir vóru teir einastu formenninir í fótbóltsfeløgunum kring landið, ið høvdu ómakað sær hendavegin, so vítt eg dugdi at síggja. Tað var ikki sørt at formaðurin fyri HB fekk fólk at klappa, tá hann kunngjørdi at hann er føddur í Klaksvík, nevniliga í húsinum tey fyrr kallaðu "kroen" úti í Klaksvík

Nógv gott og áhugavert kom fram við móttøkuna, sum vit endurgeva aðrastaðni í blaðnum ídag.

Tað er einki at taka seg aftur í, at KÍ eigur góðvilja ímillum fólkið, tað kann formaðurin skrivað sær aftanfyri oyrað eftir tað sera stóru undirtøkuna sum móttøkan hjá felagnum fekk.
Tað skein ígjøgnum hjá formanninum hjá KÍ, tá hann helt røðu sína, at sera tungt var at reka felagið peningaliga og í seinastuni hevur eisini ligið á ljóði at tað koyrir tungt hjá KÍ. Men sum sparikassastjórin segði, so kemur ongin og loysir trupulleikarnar fyri okkum, teir mugu vit loysa sjálvir

Onki er at ivast í, at við tí stóru óløntu arbeiðismegi, sum KÍ hevur ídag, afturat teim professionellu, so megnar slagskipið í ítrótti í norðoyggjum sjálvt at loysa peningaligu trupuleikarnar eisini

Tillukku KÍ, vit á Norðlýsinum ynskja felagnum fleiri 100 ára hald afturat.