Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ætlanin um handilssentur er ikki slept

John William Joensen

Sum Norðlýsið skilir, so hava menn als ikki slept ætlanini um eitt handilssentur í miðbýnum í Klaksvík.

Á býráðspolitikarum okkara skilja vit, at teir eru meira enn uppsettir uppá, at eitt handilssentur skal koma í Klaksvík um tað verður so ella so, tí mett verður, at eitt slíkt kraftsentur er av alstórum týdningi tá landafast verður til meginlandið.

Men tað er heldur ongin loyna, at tað hevur gingið striltið við fígging. Teir stóru fíggingarstovnarnir eru í høvuðsstaðnum og sjálvandi gongur tað illa at fáa teir at fara út um molan í Havn, tá ið um handilslívið ræður.

Kann ikki lata vera við at nevna stóra hotellið við Oyggjarvegin hjá havnamonnum. Tá tað var bygt, ásannaðu peningasterku bankarnir og aðrir peningastovnar, at Havnini restaði eitt hotell og tí gingu teir bara saman og bygdu fyri út ímóti 100 milliónum. Hetta góða hotelli mátti skifta hendur einar tríggjar ferðir áðrenn raksturin byrjaði at líkjast og tað man vera fáur, ið trýr, at fyrstu íleggjararnir ikki høvdu varhugan av at soleiðis fór at ganga.

Ikki tí, íløgur skulu gjaldast aftur og tað er umráðandi, at vit fáa eitt handilssentur í miðbýnum, sum megnar at svara hvørjum sítt og at teir handilsmenn, sum fara inn hagar at reka sítt virksemi, eisini hava ein møguleika at yvirliva.

Hinvegin er ongin ivi um, at eitt slíkt sentur er neyðugt í Klaksvík og skulu vit fáa tað upp at standa, so er helst eisini neyðugt at teir, ið hava møguleika, eisini seta pening í verkætlanina, soleiðis at lánibyrðan ikki verður alt ov stór.

Tryggingarfelagið Føroyar hevur kunngjørt, at teir hava áhuga í at fara inn í handilssentrið við eini deild og tað hevur ljóðað, at Norðoya Sparikassi í ávísan mun hevur hug til tað sama, tí átti tað kanska ikki at verið av vegnum hjá eitt nú Føroya Banka at hugsa um tað sama, tí bygningurin á Fornagørðum svarar ikki til tíðarinnar krøv og helst verður tað dýrt at byggja hendan bygningin um, so bankin fær eina nøktandi loysn. Harafturat eru parkeringsviðurskiftini har als ikki nøktandi.