Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl á Høvdanum Andreasen: Dóttirin rópti neyðarróp í telefonini

John William Joensen

Karl á Høvdanum, var vaktur tá dóttirin ringdi úr bilinum sum stóð fastur í skriðulopinum

– Eg haldi at kl. var umleið 4:40 tá telefonin ringdi og Marjun var í hinum endanum.
– Tankarnir flugu gjøgnum høvdið tá hon greiddi frá at hon sat føst í einum skriðulopi á Viðareiðisvegnum og bað um hjálp.
– Eg bar skjótt at og avtalaði við hana um at hon skuldi halda seg í bilinum til og kom til hennara.
– Eg legði til merkis at tað regnaði nógv meiri sum eg nærkaðist Leitinum enn tað gjørdi á Viðareiði.
– Á vegnum koyrdi eg eisini framvið smærri og størri steinum og at enda stóð eg frammanfyri stóra lopinum.
– Tá eg sá hvussu skilið var má eg siga at hon var heppin, tí hon var fangað í eini fellu. Um hon hevði megnað at fingið bilin leysan so slapp hon ongan veg tí skriðan var eisini á vegnum aftan fyri bilin.
– Tíbetur endaði alt gott, men tað er eingin ivi um at vit hava øll fingið ein skelk greiður Karl frá.
 
Politikarar eiga at vaknað
Karl á Høvdanum greiður frá at tey eru fýra fólk í húsið og trý brúka vegin hvønn dag til arbeiðis.
– Vit hugsað altíð um skriðulop tá vit koyra.
– Fyrr var tað serliga um veturin at ein hevði ampa. Tá kavi hevði liði í fjøllunum og tað toyggjaði so visti ein at gilini kundu leypa, men í dag er næstan ikki dagur at ikki okkurt gróti liggur á vegnum.
–  Eg haldi at politikararnir eiga at vakna og eg haldið at Viðareiðisvegurin er ein deyðsfella allur sum hann er.
– Tey 25 árini eg havi koyrt dagliga á vegnum hevur als eingin broyting verið.
– Ofta hevur verið tosað um at tryggja fjallasíðuna, men nú er tíðin komin til at politikarar vaknað og syrgja fyri at okkurt munagott verður gjørt áðrenn ein vanlukka hendur, sigur Karl á Høvdanum.