ti í Grøv sá eisini ógvusligt út ímorgun og hóast Gravará ikki var farin um bakkarnar, so skal ikki nógv til afturat at hetta hendir.
Í Gravará rennur mest sum bara yvirflatuvatn og ógvusligt var at síggja ímorgun tær stóru nøgdirnar, sum komu oman í Grøvina av Køldukinn, Kjølinum og Gravardali.
Eftir stóra vatnskaðan sum hendi á Grøvina fyri nøkrum árum síðani, hevur býráðið økt um víddina á ánni úti í Grøv og í morgun í hvussu so er sýntist at rigga væl har úti. Hóast vatnið stóð høgt, so kann vatnmongdin framvegis økjast nógv áðrenn áin floymir yvir áarbakkarnar. Vit vóna tað besta, men framvegis regnar, tó ikki so áhaldandi sum tíðila í morgun og veðurmenninir siga at hann skal hæðka og klára í, so helst er vandin av hesaferð.




