Tað sýnist, sum um at tað er svárari at missa sítt starv í høvuðsstaðnum enn aðrastaðni í landinum, ella er tað nú so.
At starvið, har ein sjálvur vinnur til lívsins uppihald fellur burtur ella at ein verður uppsagdur við stuttum skotbráði tekur helst dygt hjá øllum.
Tað er óhugnaligt at vakna ein morgun og finna útav at nú hevur tú onki starv meira og at tú er noydd ella noyddur at fara at finna tær eitthvørt annað arbeiði, har tú kanst vinna til lívsins uppihald.
Hetta er ein veruleiki, sum vit øll skulu liva við alt okkara arbeiðisføra lív. Summi eru heppin og kenna onki til at vera uppsøgd, ímeðan onnur verða rakt av uppsøgnum.
Men tað tykist sum um, at um onkur verður uppsagdur í høvuðsstaðarøkinum og tá serliga í teim føstu almennu størvunum, ja, so er høvuðsstaðarpressan á gosi og tosa verður um sálarliga hjálp og kreppu í landinum.
Sama pressa gevur ikki øðrum gætur, sum eru fyri somu vanlagnu.
Tað munnu vera mangir fiskimenn, ið gjøgnum tíðirnar hava kent sviðan av, at teir ikki sluppu við næsta túrin, ella at reiðaríið fór av knóranum og svart sá út fyri framman at vinna sær til dagsins uppihald, tá var tað ongin sálarfrøðingur ella høvuðsstaðarpressa, ið fylgdi við hvussu gekst hesum.
Fyri umleið trimum mánaðum fór eitt nú Næraberg av landinum. 80 fólk hoyrdu til skipið og tey vóru mong sum væntaðu at skipið kom ongantíð aftur, tí tað er ongin loyna, at skipið hevur kosta eigarunum nógvan pening. Í høvuðsstaðarpressuni hoyrdist onki um 80 arbeiðispláss sum blivu burtur.
Men nú, miðfyrisiting landsins skal spara 15 arbeiðispláss burtur, er ófør rokan og tosan um at vit vera rend aftur í 80-ini umsitingarliga, ein fær næstan tað fatan, at um vit ikki hava um 150 fólk í miðfyrisitingini ístaðin fyri tey ætlaðu 135, so er eingin vón fyri framman.
Tað eru ikki øll, sum fáa somu sømdir í høvuðsstaðarpressuni og tá serstakliga ikki í tí almennu.




