Tað hevur verið nógv skrivað um útskiftingar á landsliðinum og serliga eru tað teir eldru leikararnir, Jens Martin og Óli Jóhannesen sum hava staði fyri skotum.
Í vikuskiftinum leiktu KÍ og HB á Djúpumýru og tí var tað við eitt sindur av spenningi at undirritaði fór til dystin, tí serliga var áhugin fyri hvussu HB málverjin, Bárður Johannesen, sum fleiri síggja sum ein møguligan landsliðsmálverja.
Tað skal sjálvandi takast við at ein kann ikki døma um alt út frá einum dysti.
Hóast Bárður Johannesen má taka ábyrgd av málinum sum KÍ fekk í yvirtíðini, so leikti hann ein góðan dyst, og vísti at hann hevur nógvar góðar eginleikar.
Um fingur kann setast á nakað, so vóru tað útspørkini, men tað er eingin ivi um at HB málverjin hevur potentiali hóast hann ikki kann sigast at vera millum yngru leikararnar. Sambært heimasíðuni hjá HB er hann føddur í ’73, men tá málverjar hava longri livitíð enn aðrir leikarar, so skuldi hetta ikki verið nøkur forðing.
Hóast Bárður í løtuni tykist verða á gáttini til eitt landsliðspláss so er eingin ivi um at Jens Martin og Jákup í løtuni eiga landsliðsplássini. Men um annar verður skaddur, er tað neyvan nakar ivi um at Bárður Johannesen verður boðsendur.
Eingin broyting
Landsliðsvenjarin Henrik Larsen, var sera hart kritiseraður eftir stórtapið móti Sveis, men hann hevur valt at halda fast við sínar leikarar.
– Vit fylgja væl við hvussu leikarar eru fyri, og eg haldið at Jens Martin og Jákup í løtuni eru bestu málverjar í Føroyum og tí eru teir eisini á landsliðinum, men tað er greitt at vit alla tíðina meta um leikarar og hyggja eftir øðrum møguleikum, sigur Henrik Larsen við Norðlýsið.
– Jens Martin stóð væl í dystinum móti Malta og tí hevði hann eisini uppiborið at spæla dystin móti Sveis, og sjálvur haldi eg at teir báðir eru sera líkir sum málverjar og tí fara vit altíð at meta um dagsformin.
Spurdur um framtíðina hjá Óla Jóhannesen, sigur Henrik Larsen at hann hevur stórt álit á TB-aranum.
– Hvussu gamal ella ungur ein leikari er kann ikki avgera um hann er á landsliðinum ella ikki.
– Eg kann bara staðfesta at sum Óli Jóhannesen spælir í løtuni so hevur hann eitt pláss á liðinum og meiri er ikki at siga til tað.
Fylgja væl við.
Landsliðsvenjarin er ikki samdur við teimum sum hava kritisera hann fyri ikki at fylgja nógv væl við føroysku leikarunum.
– Eg og Jógvan Martin hava eitt sera gott samstarv og sjálvur vitjið eg javnan í Føroyum at hyggja eftir dystum.
– Jógvan Martin sær eisini eina rúgvu av dystum og harafturat er næstan helvtin av føroyska landsliðinum leikarar sum spæla í Danmark, og eg ferðist eisini fyri at fylgja við hvussu teir klára seg.
– Tað vera altíð ymiskar meiningar um hvør skal vera á landsliðinum, men eg haldið at dysturin móti Frankarríki vísti at vit hava eitt gott landslið.
Mugu halda fast um menningina
Spurdur um Føroyingar seta ov stór krøv til landsliði, sigur Henrik Larsen seg skilja krøvini.
– Góðu úrslitini hjá landsliðinum ger at vit setta stór krøv og ikki góðtaka at vit tapa, eins og vit gjørdu móti Sveis.
– Eg haldi at vit hava styrki til at fáa góð úrslit, men tað vísir seg at vit ikki enn eru sloppin undan afturvendandi "Black out" tilfeldum, har vit tapa stórt móti sokallaðum smærri fótbóltstjóðum, sum tó eru munandi sterkari enn vit.
– Tað er klárt at vit mugu halda fast vit tað positivu menning sum føroyskur landsliðsfótbóltur hevur verið ígjøgnum, men skulu vit fáa eitt enn betur landsliði er neyðugt at vit menna heimligu kappingina. Her haldi eg at tað hevur týdning at føroysku leikararnir fáa fleiri dystir. Tí eiga vit at leingja føroysku landskappingina.
Framtíðarútlit
Spurdur um hann ímyndar sær eitt føroyskt landslið ið hevur kvalifisera seg til eitt endaspæl:
– Vit eiga at trúgva upp á møguleikan og arbeiða fram ímóti hesum, men skal eg siga sum er so vænti eg ikki at vit fara at síggja hetta tey næstu 3 til 5 árini.
John William




