Formaðurin í Fótbóltsdeildini sigur seg skilja at menn sum taka útbúgving í Havn eisini velja at spæla við høvuðsstaðarfeløgunum
– Tað er sera skuffandi at vit ikki megnaðu at halda upp á Jákup, men eg skilji samstundis at hann velur at flyta til Havnar, sigur Markus Tummas Jacobsen, sum er formaður í fótbóltsdeildini hjá KÍ.
– Vit arbeiða í løtuni við at fyrireika komandi kappingarár og eg rokni eisini við at vit framvegis hava gott fólk á málmanspostinum, men tað er klárt at tað er svárt at missa ein profil, sum Jákup Mikkelsen.
Markus Tummas vildi einki siga um hvørjar leikarar KÍ arbeiðir við at fáa hendanvegin, men hann kundi tó vátta at arbeitt verður miðvíst við at betra um karmarnar kring 1.lið.




