Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Petur Hans Joensen, valevni fólkafloksins, skrivar: Meira um skúla…

John William Joensen

Av og á kyknar okkurt prát upp um skúla og skúlaviðurskifti og alt gott um tað. Hetta vísir bara, at fólk hava áhuga fyri skúlanum og tí sum rørist í honum og fyriferst har.

Vit bæði lesa og hoyra um ymisk sjónarmið á tí fakliga (námsfrøðiliga) pædagogiska økinum, um tóðar og minni góðar roknibøkur, um danskt skal niðurprioriterast í skúlanum og enskt uppprioriterast, um at leggja skúlar saman, um at broyta skúlalógina og mangt, mangt annað.
Alt hetta skal takast sum eitt sunheitstekin og ein møguleiki. fólk fylgja við, eeru við í kjakinum og geva sítt íkast til eitt sunt kjak um skúla og skúlaviðurskifti. Tá samanum kemur hava vit funnið eina loysn á teimum mongu málunum, sum viðvíkja skúla, útbúgving og skúlamálunum sum heild, eisini lokalt, loysnir, sum øll, tá samanum kemur, eiga at vera og kunnu vera glað fyri. Skattaborgarin er nøgdur, lokalpolitikararnir eru nøgdir, foreldrini eru nøgd, lærararnir eru nøgdir og næmingarnir við.
Og næmingar og lærarar skulu sanniliga eisini merkja, at teir eru tiknir við upp á ráð… tað er jú teirra arbeiðspláss sum er í fokus.
Lærararnir eru teir professionellu á skúlaøkinum, teir vita meira enn tey flestu hvat rørir seg á skúlaøkinum, hvussu undirvísast skal og hvør tørvurin er á hølum, tilfari og undirvísingarmiðlum. Lærarnir skulu ikki hvør í sínum lagi seta seg at gera strikur og tekna skúlabygningar. Teir skulu, saman við teimum professionellu á arkitektaøkinum, lýsa tørv, ynskir og pædagogisk krøv.
Næmingarnir skulu merkja at hetta eisini er teirra arbeiðspláss, her er trivnaður og at "teir læra fyri at læra" og at teir hava ábyrgd av egnu læru. Samfelagið spyr, tá skúlin er liðugur, hvat ein hevur lært og dugir og ikki hvat ein ikki dugir.
Síðsta vetur og út á várið var lívligt kjak heer í Norðlýsinum um skúlarnar í Klaksvík og um skipanina av skúlaverkinum her í dag og hvussu teir skulu skipast í framtíðini. Hetta kjak var av onkrum mett at vera so tídningarmikið, áhugavert og perspektivríkt, at tað eisini varð tikið upp í onkrum av loftmiðlunum. Fleiri væntaðu, at nú fór okkurt veruligt at henda á skúlaøkinum í Klaksvík og harvið eisini í Norðoyggjum, men gakk… alt fjaraði bara út í sandin, sum um vit hava funnið tað endaligu loysnina uppá alt á økinum. Onki meira kjak, ongin fundur við brúkararnar, tey professionellu á økinum als ikki spurd, alt bara gekk sum tað altíð hevði gingið … tað gongur nokk ella lagar seg nokk.
Hetta kjakið, ein møguligur fundur við alla lærarastættina í Norðuroyggjum, kundi veerið byrjanin til at vit skjótt fingu eina veruliga felags framhaldsdeild fyri alt hetta økið, fyri allar Norðuroyggjar, eina fimm/seks sporaða framhaldsdeild við øllum teimum møguleikum, sum liggja í henni. Jú smærri eindirnar, jú færri gerast møguleikarnir. Vit tosa um og foreldur halda eisini, at vit hava ein skúla við nógvum vallærugreinum. Á pappírinum hava vit tað, men tá vit koma til veruleikan er tað als ikki so. Vit sum foreldur eru vita  hvussu skuffandi børnini ofta eeru ella vóru, tí tey fingu ikki tað, tey høvdu ynskt og valt, tá tey fóru í framhaldsdeildina. Er tað bert ein næmingur, sum ikki fær tað hann ynskir í okkara sokallað vælskúla, so er skaðin heendur. Málið er, at øll skulu fáa tær lærugreinar, tey velja. Eru eindirnar nóg stórar, so eru møguleikar til alt, sum skúlalógin hevur at bjóða. Og vit eiga eisini at minnast til at valini eeru líka so nógv eitt frával sum eitt tilval.. lat okkum nú opna fyri tí møguleika, at frávalini fylla minni og minni og tilvalini fylla alt og eru alt.
Nú um dagarnar varð boðað frá, at bý-/bygdaráðsval verður í november. Um sama mundið bera bløðini okkum tey tíðindi, at Ósáskúlin verður útbygdur til at verða ein tvey sporaður skúli við framhaldsdeild… tilvild ella ikki at hesi tíðindi berast í senn. Útbyggingin av Ósáskúlanum fer at kosta skattgjaldarunum einar 40 mill. kr. Eisini er komið fram at hin skúlin er settur í stand fyri einar 30 mill. kr. tey árini, henda býráðssamgongan hevur sitið. Alt gott um tað – hetta er so fragari enn at onki var gjørt, men er alt hetta so tann besta loysnin ella tær bestu loysnirnar?? Eitt eer vist, tað kundi komist langt við einum púra nýggjum skúla, tað hesar báðar neyðloysnirnar kosta. Og hvussu nógv hevur kommunan í veruleikanum spanderað upp á nýprojectering og nýbygging á tí almenna økinum… á barnaansingarøkinum, á skúlaøkinum og á eldraøkinum tey mong, mongu seinastu árini???
Er ikki alt, sum tað almenna húsast í í kommununi, meira ella minni gamlir bygningar, sum, antin verða keyptir og pjøssaðir uppá, ella gamlir kommunalir bygningar, sum verða pyntaðir av nýggjum fyri at sýnast…
Býráðsval verður skjótt… onkur gjarðar longu út við skúlum. Hvat við fígging av tí tveysporaða Ósáskúlanum, og hvat við skúlanum á Ziskatrøð??? Er tað arbeiðið liðugt??? Er brúkarin nøgdur nú, ella vil hann hava meira???
Lat okkum fáa ein fund, allir brúkararnir, um at finna eina sømuliga loysn á at skipa framhaldsdeildina í Norðuroyggjum, kanska sum hon er nú við nýggjum karmum, kanska við bara at tiga og samtykkja ella kanska at skipa hana nógv annaleiðis… møguliga eina framhaldsdeild loysta frá undirdeildini. Latum okkum byrja við einum "óskrivaðum arki" har ongin er forútinntikin til nakað, men har tann fólkaræðisliga hugsjónin fær møguleikan… Har tey professionellu úttala seg og har polittikkarin sigur gott fyri verkætlanini og játtar tað, sum neyðugt er… Livst so spyrst…