– Eg eri ein av teimum fáu her á landi, sum haldi fast um at samarbeiði gevur styrki, og tí fór eg upp í Sportmaster handilsketuna, tá hon bleiv stovnað í 1979, sigur Sørin Z. Jacobsen
Handilin hjá Sørin Z. Jacobsen og Morit á Vágsheyggjagøtu kundi fríggjadagin 1.oktober helda 25 ára føðingardag saman við umleið 100 Sportmaster handlum í ríkinum.
– Eg byrjaði at reka handil í 1971 og longu í 72 fingu vit okkum eina ítróttardeild afturat matvøruhandlinum.
– Í 1979 verður Sportmaster sett á stovn og tá vit um sama mundi leitaðu eftir samstarvið í Danmark avgørdu vit at vera partur av samtakinum.
Spurdur um hví júst Sportmaster, sigur Sørin at tað var tí at teir vóru sterkastir.
– Eg havi altíð mett at ein stendur sterkari í samstarvið í øllum lívsins viðurskiftum og tá teir tá, eins og nú vóru sterkastir í Danmark, valdu vit at gera avtalu við teir.
– Eisini taldi tað nógv at teir tóku móti okkum við opnum ørmum, og samstarvið hesi 25 árini hevur verið sera gott.
Tey fyrstu 20 árini var handilin hjá Sørin og Morit einasti Sportmaster handil í Føroyum. Men seinastu 5 árini er ein komin afturat, sum heldur til í SMS.
Nógv fólk vitjaðu inn á gólvið hjá Sørin og Morit og tey fingu køkur, kaffi og sodavatn.




