Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigfríður Clementsen nýggjur venjari hjá B36

John William Joensen

Sigfríður Clementsen verður venjari hjá 1. deildarliðnum hjá B36 komandi kappingarár.

Sigfríður skrivaði undir sáttmála við felagið í gjár, og kemur saman við Magna Mohr at standa fyri venjingunum hjá 1. deildarliðnum komandi kappingarár.
Sigfríður er gamal kenningur hjá B36. Hann spældi nøkur ár sum áleypari á 1. liði, og hevur síðan havt ymsar venjarauppgávur hjá felagnum við góðum úrslitum, m.a. var hann venjari hjá 2. deildarliðnum seinnu kappingarhálvu í ár.