Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppsagnir á Fiskirannsóknarstovuni

John William Joensen

Undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2004 fyrr í ár vórðu skornar kr. 500.000,- av uppskotinum frá Landsstýrinum til vanliga raksturin hjá Fiskirannsóknarstovuni.


Samstundis vóru aðrar stórar skerjingar framdar í ávísum verkætlanum.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2005 eru omanfyrinevndu skerjingar av samlaða virkseminum tiknar til eftirtektar,  umframt at hædd ikki er tikin fyri lønarhækkingunum. Stovnurin kemur sostatt í 2005 at hava minni pening at ráða yvir, enn hann við verandi manning hevur ráð til. Neyðugt er tí við skerjingum í talinum av starvsfólki.
Út frá hesi fortreyt eru 4 fólk á stovninum søgd úr starvi, meðan eitt fólk fer frá fyri aldur. Sostatt vera í 2005 fimm starvsfólk færri á Fiskirannsóknarstovuni.

Fyri Fiskirannsóknarstovuna
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri
 

Harleyfacadeacryl