Ljóðað hevur at tað ikki hevur gingið so væl at fáa fólk á teir ymsu listarnar sum onkuntíð, tó við undantak av fólkaflokslistanum.
Hjá fólkaflokkinum stillar Jógvan við Keldu ikki uppaftur og kanska hevur hetta havt við sær at fleiri, síggja sær ein møguleika á tí listanum, tí Jógvan fekk 315 persónligar atkvøður til seinasta val.
Tað er nú ikki so vist, at fólk ikki fara á val, hóast striltið hevur gingist hjá fleiri av flokkumum at stilla upp, tí eitt er at velja fólk í býráðið og nakað annað er at lata seg stilla upp. Tíðirnar eru nógv broyttar seinastu árini og okkara pengasamfelag ger, at helst fleiri ungfólk ikki síggja sær møguleikan at fara uppí aktivan býráðspolitikk orsakað av krøvunum til egið heimligt umhvørvi.
Spurningurin er um vit ikki eiga at fara at hugsa um at løna okkara kommunalu politikarum betur. Peningaviðurskiftini hjá borgarstjórunum er loyst, men tað er langt frá honum og so til ein býráðspolitikara, sum endar í minniluta við kanska ongum nevndarformansposti. Um ein slíkur skal gera eitt samvitskufult arbeiði í býráðshøpi, so kann tað kosta honum dýrt í inntøku aðrastaðni.
Valið er sum sagt áhugavert, tí fleiri av kendu valevnunum stilla ikki upp aftur hesaferð. Vit kunnu nevna Jógvan við Keldu, Jógvan Lutzen, Elisabeth Joensen, Karsten Hansen og Hilmar Danielsen. Harafturat er ein listi minni til hetta valið, tí Kristiligi Fólkaflokkurin, ið fekk Hilmar Danielsen valdan seinast er ikki við aftur hesaferð.




