Mong hava gitt, at tá postverkið nú skuldi gera sparingar, at so bleiv helst posthúsið á Viðareiði niðurlagt, men so er ikki, sigur Bergur í Garði, stjóri á Postverki Føroya.
Tá vit royndu at fáa at vita, hvar sparingarnar í postverkinum í Norðoyggjum blivu gjørdar, spurgdu vit postverkstjóran beinleiðis, um talan var um at leggja posthúsið á Viðareiði niður.
Bergur í Garði segði, at posthúsið á Viðareiðið bleiv ikki niðurlagt við hesum sparingunum sum nú vórðu gjørdar, annars vildi hann ikki koma nærri inná júst hvar hetta ½ ársverkið bleiv spart.




