Í seinastuni hevur nógv kjak verið um KÍ-høllina. Kjakið stavar frá, at Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum eigur KÍ høllina alt í alt skyldar eitt stað ímillum 4 og 5 milliónur krónur.
Taka vit samanum hesi viðurskifti, so halda vit ikki, at ein, ið eigur eina ítróttarhøll mitt í býnum í Klaksvík og hevur eina peningaskuld uppá 5 milliónur krónur, er so ógvuliga illa fyri.
Ivaleyst hevði onkur handilsmaður, hóast hann ikki var so ovur hegnisligur, megna at svara hvørjum sítt við hesum aktivum og passivum.
Talan er um at Klaksvíkar kommuna skal yvirtaka høllina, og hesin áhugin skal helst síggjast í, at mett verður at brúk er fyri minst einari ítróttarhøll afturat í Klaksvík og at um býráðið skal standa fyri bygging av nýggjari høll og kanska samanbyggja báðar, so liggur kanska nærmast at hugsa, at best hevði verið um býráðið átti báðar høllirnar, soleiðis at rúm kundi verið fyri øllum ítróttarfeløgum í býnum, ið hava eina høll fyri neyðini at íðkað sín vetrarítrótt í.
Taka vit feløgini, eitt nú kappróðurin, fótbóltin, hondbóltin, flogbóltin, fimleikin, svimjingina, badminton og so víðari, so kann staðfestast, at innan ítróttina her í býnum lata borgarar nógva ókeypis arbeiðismegi. Nærum hvørt einasta húsarhald í býnum hevur onkuntíð notið gott av hesum sjálvboðna arbeiði, so tað er ikki meira enn ein sjálvfylgja, at okkara býráð stuðlar hesum.
Vit halda at ein gongd leið at loysa trupulleikarnar ídag, sum býurin hevur, við tað at hallarspurningurin ikki er nøktaður í býnum, er at kommunan byggir eina høll afturat og samstundis yvirtekur KÍ-høllina og væl at merkja soleiðis, at KÍ sleppur burturúr allari sínari skuld, tí leiðslan hjá KÍ hevur eisini ábyrgd og tað má sigast at vera ábyrgdarleyst at lata KÍ-høllina av hondum uttan at tryggja sær at í minsta lagið ongin skuld er eftir tá avtornar, tí um KÍ høllin hevði verið boðin út til sølu alment fyri 5 milliónur krónur, so hevði helst ongin trupulleiki verið at selt hana.




