Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við abba á floti

Oliver Joensen

Ikki enn er avlagt at seta reyðfiskalínu, og fyri viku síðani settu Suni Bjartalíð og 4 ára gamli abbasonurin Kristoffur reyðfiskalínu nakað uttanfyri Skálaberg og suðureftir.

Veðrið var gott hetta kvøldið, hóast eitt lítið lot var høgt og kalt var í veðrinum, men tað gjørdi ikki mun. Norðlýsið var við til setingina. Tað vóru teir tríggir, Suni, abbin, og Andrias, pápin at Kristoffuri, sum settu kósina úr bátahylinum á Borðoyarvík og út móti Oyri, við eini væl egndari reyðfiskalínu.
Lítli Kristoffur hugnaði sær óført og stýrdi bátinum eftir kønari vegleiðing frá pápanum, og tá farið var undir at seta, vildi hann eisini vera uppí hjá abba ímeðan húkarnir fuku um oyrini av teimum báðum.
Teir settu í tvey fylgjandi kvøld, annan dagin fingu teir 84 reyðfiskar og hin 104.
Vit fingu nakrar góðar myndir, sum vit lata tala fyri seg.

Harleywoodpaint