Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú býðst møguleikin…

John William Joensen

Sum sæst í blaðnum ídag, so er kommunuval týsdagin komandi.

Býráðini og bygdaráðini eru nærmastu myndugleikar okkara og eru tí mangan teir myndugleikar sum standa fyrst fyri skotum, tá vit vanligu borgarar hava eitthvørt at fílast at og kanska gleðast um í nærumhvørvinum.
Sagt verður mangan um okkum føroyingar, at vit eru trekir at siga okkara meiningar munnliga á rætta stað. Um hetta er rætt ella ikki, skal ikki viðgerast her, men týsdagin í hvussu so er hava vit ein góðan møguleika at gera okkara hugsan galdandi við at fara á val og geva teimum, ið hava gjørt eitt gott arbeiði eina fjøður í hattin, ímeðan hini, sum vit halda ikki hava livað upp til tað álit tey fingu, við atkvøðum fáa tað at vita.
Tað er ein rættur hjá okkum í einum demokratiskum samfelag, at fáa høvi at velja ímillum, hvønn vit vilja hava at stýra býráðum og bygdarráðum.
Hinvegin er demokratiski rætturin lítið verdur um hann ikki verður nýttur og tí er tað ein skylda hjá øllum, sum vilja eitt demokratiskt samfelag at fara á val og á tann hátt siga sína hugsan.
Tað er onki at taka seg aftur í, at býráðssetan komandi verður krevjandi. Stóra samfelagsliga átakið Norðoyatunnilin verður veruleiki í komandi býráðssetu og tað verður býráðið komandi, sum skal taka ímóti tí positiva og tí negativa í samband við tunnilin.
Tað sær ikki út til at inntøkurnar hjá kommununi fara at hæðka munandi komandi tvey árini, um hugt verður eftir fiskaprísum og aktivitetum innan fiskivinnu og aling. Men ilt er sjálvandi at spáa um hvørja ávirkan undirsjóvartunnilin fer at fáa í so máta.
Kommunan skal gera stórar íløgur komandi árini so umhugsni veljarin eigur at hava avbjóðingarnar í huga tá hann setur krossin á kommunuvalinum 2004.
Norðlýsið fer við hesum at ynskja øllum eitt gott val og vóna at úrslitið av valinum verður til gagn og sóma fyri okkara samfelag. Gott val øll somul.