Við fasta sambandinum mugu vit brynja okkum til nýggjar tíðir og síggja møguleikar heldur enn hóttanir
Las við áhuga sjónarmiðini hjá formanninum í Mentanarnevndini. Hon eftirlýsir hvat eg haldi mentan er. Sum ein part av mentanini, nevndi eg í somu grein sjónleik, tónleik og list, men mentan er so nógv annað. Í orðabókini um tú hyggur undir "kultur", so stendur: "den forædlingsproces på det materielle og det åndelige område der foregår i samfundenes og den enkeltes liv og som omfatter både nydannelser og vanedannelser, alt det menneskeskabte i et samfund, en særlig livsform". So vit eru nokk samdar um at definitiónin av mentan er sera breið.
Tað sum eg vildi inn á við míni grein, er hvussu umráðandi er at mentanin fær ta rúmd hon eigur og tí er mítt uppskot, at gera eina serstaka mentanarnevnd sum kann viðgera øll øki innan mentanina.
Fortíðin
Tá formaðurin kemur inn á fortíðina, so haldi eg at umráðandi er, at vit halda uppat við smáligum kegli um hvør hevur gjørt hvat og nær, og hyggja frameftir. Hvat býráðið gjørdi undir Fólkafloksins leiðslu fyri 10-15 árum síðani, kann eg av góðum grundum ikki svara fyri. Men vit kunnu leggja til merkis, at tá vóru krepputíðir og inntøkurnar vóru ein helvt av teimum kommunan hevur at ráða yvir í dag. Tí hava vit tess størri møguleika fyri at seta pening av til hetta økið. Umráðandi er at vit fáa býráð, vinnulív og mentan at verða eina sterka eind, sum kann lyfta í felag.
Byggja nýtt mentanarhús
At kalla tað "taknemmiligt" at vilja byggja nýtt mentanarhús, tað eri eg als ikki samd í. Tað krevur ein sterkan rygg og nógv diplomati eins og stór fíggjarlig tøk at seta eina so stóra verkætlan í verk. Eisini vil eg vísa á at trímannabókurin sum hevur arbeitt við málinum er ikki hvør sum helst. Í henni sótu Ovi Frederiksen, fyrrv. borgarstjóri og varaskúlastjóri, Alex Sólstein, fyrrv. skúlastjóri og virkin mentamaður í breiðasta týdningi og Jógvan Clementsen, fyrrv. býráðsskrivari. Til hetta álitið játtaði býráði saman við stovnum pening, so løgi er at vísa málinum so lítlan ans, tá man hevur goldið fyri arbeiði.
Um sitandi býráð hevði havt eitt alternativ, so kundu vit skilt at hetta álitið ikki var akkurat tað tey høvdu hugsa sær. Men sitandi býráð hevur onki nýtt hugskot at seta í staðin. í sambandi við fyrru greinina skal eg viðmerkja einaferð enn, at tað er gott at síggja, at sitandi býráð hevur hildið áfram við stóra arbeiðnum tað er, at umvæla skúlarnar, arbeið sum Fólkaflokkurin legði lunnar undir.
Eg fari at minna á, hvussu umráðandi tað er fyri Klaksvík, at velja fólk inn sum ikki "bara" umsita, men hava ein positivan hugburð til tað sum fyriferst í býnum og ikki minst stórar visiónir. Vit hava eina umsiting við dugnaligum starvsfólkum, so uppgáva býráðsins er at gera arbeiði við at skapa karmar og ikki minst er framsíggi við nýggjum og góðum hugskotum, so vit sum kommuna við treysti kunnu brynja okkum til nýggjar tíðir.
Gunvá við Keldu
valevni Fólkafloksins
til Klaksvíkar Býráð




