Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veitst tú hvat gongur fyri seg í Klaksvíkar Kommunu ?

John William Joensen

Sjálvt um tú hevur áhuga fyri tí, er ikki lætt at fylgja við.

Nú hevur kommunan fingið eina góða heimasíðu, men tað er ikki nokk. Fyri tað fyrsta, so eru tað ikki allir borgararnir í Klaksvík, sum brúka internetið, og fyri tað næsta, so hava vit av og á brúk fyri vitan, sum ikki verður at finna á heimasíðuni.
Fyri at borgarin, tað vil siga tú og eg, kann fylgja við í hvat hendir, og fáa innlit tá vit ynskja tað, er tað neyðugt, at kommunan hevur eina vælvirkandi journalskipan. Ein journalskipan gevur møguleika fyri, at samskifti inn og út av umsitingini verður skrásett. 
Hetta kann gerast á sama hátt, sum aðrir stovnar hava góðar royndir av. ØLL brøv verða skannaðið og goymd, evnið í telefonsamrøðum verður noterað, og ein postlisti verður førdur. Tað vil siga, at ALT samskifti inn og út av býráðsumsitingini verður skrásett.
Alt tað, sum uppá nakran máta kann hava almennan áhuga, eigur at verða atkomiligt fyri borgaran. Sjálvandi skal Klaksvíkar Kommuna halda galdandi lógir um alment innlit, eisini tær sum verja borgaran, og tað sigur seg sjálvt at kommunan ikki kann almannakunngerða persónligir upplýsingar.
Soleiðis skapa vit grundarlag fyri tí gjøgnumskygni, sum nú væntar. Vit sleppa undan gitingum og illgitingum, um hvat fer framm, og vit kundi sloppi undan søgum um brøv, sum blivu vekk, ella ikki komu framm til rætta móttakaran.Tað ber væl til. Ein hvør stovnur við virðing fyri sær sjálvum, skrásetur sítt samskifti. Royndir vísa at tann arbeiðsorkan, ið verður brúkt til skrásetingina, skjótt vinnur seg  inn aftur.
Ein býráðspolitikari eigur onga løtu at gloyma, at hann ella hon arbeiðir fyri teg og meg.

Vinarliga
Maiken Skarðenni

Valevni fyri Sjálvstýrisflokkin