Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingar – Norðoyingar – Føroyingar

John William Joensen

Hetta verður møguliga eitt tað mest avgerandi kommunuvalið í Klaksvíkar søgu.

·  Nógvar avbjóðingar eru fyri framman!
·  Týdningarmiklir møguleikar eru fyri framman!
·  Skulu rættar avgerðir takast, krevst vís manning til Kommunustýri!

Mín visión er, at Klaksvíkin skal gerast ein Kommuna, íð allar aðrar Kommunur stríðast fyri at liva upp til

Tað veri seg á øllum økjum sum t.d.:
·  Samkomu- og Kirkjulívið!
·  Mentanarlívið!
·  Ítróttarlívið!
·  Framleiðslu!
·  Handilslívið!
·  Trivnaði!
·  Skúla!
·  Ansingarmøguleikar!
·  Eldraøkið!
·  Fyri øll við serligum tørvi!
·  Tøkni!
·  O.s.v.!

Fyri at náa málið er neyðugt, at:
· Verða lokalur!
· Hugsa lokalt! – og Føroyskt.
· Keypa lokalt! – og Føroyskt.
· Stuðla lokalt! – og Føroyskt.
· Grasi er sjáldan grønari á hinari síðuni,  er tað tað, er tað okkara egna skyld!
· Latið okkum í lokalsamfelagnum standa  saman, eisini í hesum tíðum!

Eg ætli serstakliga at arbeiða fyri tveimun aðalmálum, nevniliga:
· Vinnumálum og tilhoyrandi málum, so sum:
  Fiskivinnu á sjógvi og landi!
  Alivinnu!
  Tænastu og handilsvinnu!
  Trivnaðarmál er ófrávíkiligur partur av hesum!
  Betraðir karmar skulu skapast og Kommunan skal stuðla uppundir!

Betraði havnarviðurskifti, bæði sum fiskivinnu- og góðshavn, saman við hækkandi tænastustøði, er lyklaorði!

Gongst fiski- og alivinnuni gott, gongst eisini tænastu- og handilsvinnuni gott!
· Umhvørvismálum og tilhoyrandi málum:
 Halda fram við positivu gongdini seinastu árini,  og stuðla uppundir reinan/grønan hugsunarhátt!
 Rationalisering av IRF og KOB við møguligari  samanlegging? – felags brennistøð o.s.v.!
 Gagnnýtslu av "ikki fossilum" orkukeldum, so sum "streymorka", "alduorka", "vindorka" og  "vatnorka"!
 Klaksvíkin, við sínum veldigu møguleikum, eigur at gerast fyrirennari viðvíkjandi varandi  orku.
 Vit eiga at blanda okkum uppí viðkomandi  gransking á økinum. Granskingardepilin og  Tekniski Skúlin kundu hugsast sum sentralur partur av hesum.
 Uppsamling av varandi orku sum "Brint" er superaktuelt í dag, og um eini 10 ár verður gjørligt á haldgóðan hátt við sokallaðum  "Brennisellum" at umgera "Brint" til el-orku.
 Vit kunnu – hugsið tykkum til – gerast sjálvforsýnandi, og meira enn tað, við hita og el, um uppsamling gerst møgulig.
 Brint kundi verið framleitt beinleiðis við elektrolysu, við orku frá óstøðugum varandi orkukeldum.

Tað er givið, at øll mál í viðvíkja Klaksvíkar Kommunu hava mín stóra áhuga, og fari eg at arbeiða jaliga við øllum málum.

Nøkur mál eru tó sum vit vita treingja ábøtur ella mugu framskundast skjótast gjørligt:
· Skúlaviðurskiftir!
· Heilsumiðstøðin!
· Mentanarøkið!
· Ítróttarøkið!
· Vegakervið!
· O.s.v.!

Við mínari ávirkan í Kommunustýrinum verður borga fyri:
· Skilagóðari fíggjarstýring!
· At "øll" í Kommununi verða hoyrd!
· At Gudgivið tilfeingið verður virt og gagnnýtt á besta hátt!
· At Klaksvíkin gerst eitt samfelag fyri øll!
· Opinleika og gjøgnumskygni!
· Jaligum samarbeiði við okkara grannakomunur!
· Nýhugsan innan langtíðarætlanir og betraða býraðsumsiting!

"Gud signið mítt føðiland Føroyar"
Við vón um eitt gott val.
John Mikkelsen
Valevni Tjóðveldisfloksins.