Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg verður á Klaksvík í nátt

Oliver Joensen

Væntandi leggur Næraberg at bryggju í Klaksvík kl. 03.00 í nátt. Teir hava um 730 tons inni og steðgurin á Klaksvík verður eftir ætlan sera stuttur.

Frá JFK-Trol frætta vit at Næraberg verður inni í nátt við umleið 730 tonsum tilsamans. Teir hava um 570 tons av surimi inni og lagt verður afturat at surimiið henda túrin er av bestu góðsku. Harafturat hava teir um 160 tons av mjøli.
Veiðan verður løgd upp hjá NFCS og ætlanin er at Næraberg longu mikudagin seinnapartin skal fara aftur til fiskiskap.