Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaffi og karamellur í Telebúðini ídag

Oliver Joensen

Nú kl. 13 lat Telebúðin hjá Føroya Tele í Klaksvík uppaftur aftana stóra umbygging og umvæling. Í tí sambandi hevur Telebúðin ymiskt at bjóða.

Vit vóru og fregnaðust í Telebúðini í morgun, og sigast má, at Telebúðin í Klaksvík er ikki at kenna aftur og hølini eru vorðin sera snotuslig og nýmótans.
Í samband við umvælingina og upplatingina hevur Telebúðin sjálvandi eisini ymisk tilboð ídag og harafturat kunnu øll tey, sum støkka inn á gólvið vinna eina fartelefon í eini spurnarkapping. Umframt tað verður bjóðað øllum kaffi køkur og karamellur. Kunngjørt verður eisini, at framyvir hevur Telebúðin opið leygardagar frá kl. 10.00-13.00.
Tað man vera mangur, sum hevur saknað Telebúðina leygardagar, tí tað er júst tá, tey flestu hava tíð at vitjað og hyggja sær eftir nýggjari tøkni.

Harleyfacadeacryl