Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB sett venjara

John William Joensen

heimasíðan www.tb.fo boðar frá at TB hevur sett venjara.

Kelda: www.tb.fo
TB hevur sett rumenska venjaran, Eugen Neagoe at hava ábyrgdina av 1.deildarliðnum hjá felagnum komandi kappingarár. Eugen Neagoe er 37 ára gamal og hevur í nøkur ár verið høvuðsvenjari í rumensku 2.deild. Í løtuni er hann hjálparvenjari hjá rumenska 1.deildarliðnum Universitate Craiova, har hann eisini spældi í nógv ár. Umframt hetta hevur Eugen Neagoe spælt í bestu deildini í Ungarn, Grikkalandi og Cypern, eins og hann hevur spælt á ungdomslandsliðunum hjá Rumenia og á U-21 landsliðnum.