Eg vil hervið geva øllum hondbóltsáhugaðum Klaksvíkingum eina frágreiðing um hví Kyndil ikki kundi koma til Klaksvíkar at spæla dyst sunnudagin 21. november kl. 19.00.
Sum tit yvaleyst vita skuldi dysturin verða spældur sunnudagin 14 november, men hevði Stjørnan biði um at fáa dystin fluttan, kappingarnevndin ásetur so nýggjan dyst til at skula spælast sunnudagin 21., hettar vikuskifti áttu vit í Kyndli at hava fríð, og høvdu nakrir leikarar fyriskipa ymiskt saman við familjuni, so tað lág ikki fyri at koma at spæla sunnudagin.
Eg royndi so mikudagin at fáa fatur á Rógva, bæði heima og á fartelefonuni, men tað eydnaðist so ikki fyrr enn hósdagin, og greiddi eg honum frá at vit ikki kundu mannað lið til sunnudagin, og fyrislóð at vit antin spældu fríggjakvøldið ella leygardagin, men hann sínti ikki nakran vilja til at finna eina loysn, men vísti til kappingarnevndina hjá HSF, eg segði honum eisini at um vit ikki funnu eina loysn, kundu vit ikki koma norður at spæla sunnudagin.
Eg vendi mær síðani til HSF, og greiddi teimum frá okkara støðu, skrivarin hjá HSF greiddi síðani kappingarstjóranum Jógvan Martin Mørk frá støðuni, men hann vildi ikki flyta dystin, men at undirritaði kundi ringja til JMM. Eg ringdi síðan til JMM og greiddi honum enn einaferð frá støðuni, og um vit ikki kundu finna útav hesum, tí vit , eg fyrislóð enn einaferð fríggjakvøld ella leygardagin (bara ikki sunnudagin), men har var einki at gera.
Eg var sjálvur í weekend í Klaksvík, so tá ið eg hoyrdi útvarpið á døgurða leygardagin, at dysturin ímillum Stjørnuna og Kyndil var fluttur frá sunnudegnum kl. 19.00 til seinrapartin kl. 15.00, helt eg tað verða nakað undarligt nakað, eg ringdi síða til Lotte og Jóannes í Kyndli og spurdi um tey høvdu fingið boð um hettar, men tað høvdu tey ikki, eg ringdi síðan til Doffa, og spurdi hvat hettar var fyri nakað, men hann segði mær at dysturin skuldi verða sunnudagin kl. 15.00 ( hesa broytingina hevði ongin í Kyndli fingið at vita), vit prátaðu so saman eina góða løtu, har eg greiddi honum frá hvønn eg hevði tosa við, og hví vit ikki kundu koma norður sunnudagin, hann spurdi hví eg ikki hevði ringt til sín, tí so kundu vit haft funnið út av tí, men ov seint var.
Eg haldi ikki at Kyndil skal gerast til syndabukk í hesum spælinum, tí eg hevði bæði boða HSF, Rógva og Doffa frá, at vit ikki komu til Klaksvíkar sunnudagin, so at teir/tey kundu geva boðini víðari til dómarar, spælarar og onnur, so tá ið venjarin hjá Stjørnuni letur sum um hann onki veit, og biður sínar spælarar um at hita upp, og gera seg klárar, so haldi eg, at hettar var ein stórur SJÓNLEIKUR av honum.
Annars hevði eg glett meg at koma norður at spæla og merkja tann góða stemningin sum altíð er í KÍ høllini, tá ið Stjørnan spælir.
Við vón um at vit skjótt síggjast aftur í høllini til nakrar góðar dystir.
Við hondbóltskvøðu
Geir Wardum, venjari hjá Kyndli




