Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Metstór luttøka

John William Joensen

Tað hava ikki í nýggjari tíð verið so nógvir framsýnarar á árligu sølustevnuni í KÍ, sum letur upp kl. 14:00 leygardagin.

Heilir 32 framsýnarar luttaka, harav sjey koma úr Eysturoy og Tórshavn.
Hesuferð luttaka 13 klædnahandlar úr Klaksvík, Runavík og Tórshavn. Báðar telefyritøkurnar hava valt at bjóða seg fram og Klaksvíkar kommuna luttekur, eins og í fjør, við framsýning av størru verkætlanunum, sum arbeitt verður við.
Harumframt verður eitt breitt úrval av fyritøkum at síggja, sum fevna um blaðútgávu, innbúgv, blómur, harfríðkan, bilar v.m.
Vinnarin av vakrasta básinum í fjør, Leikalund, luttekur aftur í ár á bási nr. 9. Vinningurin sum vakrasti básur er ókeypis luttøka.
Á sølustevnuni verður eisini ein minni framsýning av list.
Pallurin er ein sentralur táttur á sølustvnuni hvørt ár. Í ár eru høvuðsnøvnini Magni Christiansen, Jóhan í Kollafirði og barnaprix vinnarin Ingibjørg úr Mikladali.
Sum altíð kemur umfevnandi mótasýningin at seta sín serliga dám í vikuskiftinum.
Øll vitjandi luttaka báðar dagarnar í stórum drátti um fleiri vinningar fyri eitt samlað virði uppá 60.000 kr. frá Føroya Tele, Kalli, Atlantsflogi og JF Kjølbro Heilsølu.
Sølustevnan letur upp leygardagin kl. 14:00 og verður, til tónarnar frá Klaksvíkar Hornorkestri, sett kl. 15:00 av Jákupi Mikkelsen, løgtingsmanni.
Stóra stevnan heldur fram sunnudagin kl. 14:00.