Í kvøld kl 18 verður næst seinasti býráðsfundur hjá fráfarandi býráð, og samstundis skal býráði endaliga samtykkja fíggjarætlanina fyri 2005.
Tað verður eftil øllum sólarmerkjum ein trupul býráðsfundur.
Vegna minni inntøku og meirnýtslu, skal býráði samtykkja eina lántøku upp á 10 milliónir krónur fyri at nøktan bráfengistørv hjá kommunukassanum. Hetta fyrst og fremst í samband við arbeiði, sum eru í gongd í samband við at fáa gróti úr Norðoyatunnlinum til høldar.
Lánibyrðan veksur
Skuldin ella láni byrða hjá Klaksvíkar Býráð verður á nýggjárinum umleið 66 milliónir krónur, men sambart fíggjarætlanini sum verður samtykt í kvøld, fer lánibyrðan at økjast munandi. Umframt omanfyri nevndu 10 milliónir verður brúk fyri størri lántøku komandi summar, soleiðis at lánitøkan í komandi fíggjarárið hjá Klaksvíkar kommunu aftur fer at økjast upp til góðar 100 milliónir krónur.
Skatturin hækka
Umframt at hækka lánibyrðuna hjá kommununi við umleið 34 milliónum krónum verður samtundis neyðugt at hækka skattin 2%. Men hetta er heldur ikki nóg mikið til at fáa fíggjarætlanina at hanga saman, og tí verður býráði noytt til at fremja stórar sparingar á íløgusíðuni umframt sparingar í rakstrinum.




