Leygardagin 20. november vóru nakrir garpar ein harutúr á Skálatoftum og fyri teir sjey veiðumennirnar gjørdist dagurin minniligur tá teir settu met við at skjóta ikki færri enn 101 harur.
Tað sigur seg sjálvt at veiðan var ov stór hjá monnunum at bera og tí sendu teir boð eftir báti úr Klaksvík at føra fongin heim.
Henda dagin var avbera gott veður tá teir sjey mennirnir fóru til gongu av Strond norður til Skalatoftir.
Fyrra túrin í ár fingu teir 23 harur og vikuskiftið eftir mettúrin fóru tríggir mans aftur í hagan eftir hárum, men tá fingur teir bert sjey hárur. Men tá skal leggjast afturat at teir ikki vóru leingi burtur.
Teir sum vóru við minniliga hárutúrin og harvið eiga metið eru:
Jákup Samson, Andras Samson, Jógvan Kristin Olsen, Jóhan David Joensen, Grímur Vang, Jákup Pauli Johannesen og Evald Johannesen




