Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niels Mortensen, stjóri í SMS og Bónus: Stjórin í SMS og Bónus vantar nógv av Norðoyatunnilin

John William Joensen

– Eg eri sannførdur um at handilslívið í Klaksvík hevur brúk fyri eini handilsmiðstøð tí handilslívið í dag er als ikki kappingarført tá Norðoyatunnilin kemur.

– Vit fara at betra umstøðurnar hjá okkum í Klaksvík.
Eisini leggur Niels Mortensen dent á, at teir fylgja væl við hvat hendir við miðbýar ætlanunum í Klaksvík.
Nógv hevur verið tosað um at handilslívið í Klaksvík ikki fer at standa seg í kappingini við eitt nú SMS, tá Norðoyatunnilin letur upp, men stjórin í SMS sigur at teir ikki vanta meiri sølu,  sum beinleiðis avleiðing av Norðoyatunnlinum.
– Tað verður framvegis ein tími at koyra til Havnar, og harafturat verður eitt bummgjald í tunlinum so tí vantið eg ikki at vit fara at fáa allar klaksvíkingar suður í SMS tá Norðoyatunnilin letur upp.

Hava ætlanir í Klaksvík
Niels Mortensen sigur, at tá teir hugsað um Norðoyatunnilin, so hugsað teir út frá verandi umstøðum í Klaksvík, tvs. Bónus.
– Vit eru als ikki nøgdir við umstøðurnar, sum vit í løtuni bjóða viðskiftafólkum okkara í Bónus í Klaksvík.
– Men vit eru í bíðistøðu í løtuni, tí enn vita vit ikki hvat kemur at henda í miðbýnum í Klaksvík, og tí er tað er eitt sindur óvist hvat vit fara at gera.
– Men tað er eingin ivi um at vit ætlað at betra umstøðurnar hjá okkum har norðuri.

Miðbýarætlanin
Niels Mortensen sigur at tá hann sá nýggju miðbýarætlanina og handilsmiðdepilin, sum ætlanin var at byggja í Klaksvík, so søgdu royndirnar honum at tann verkætlanin ikki kundi bera seg við einans handilsvirksemið.
– Fíggjarligi parturin av verkætlanini hekk ikki saman, tí tað ber ikki til at fáa inntøkurnar frá leigugjaldi at gjalda fyri eina verkætlan sum tá skuldi kosta oman fyri 100 milliónir.
– Vit í SMS hava dýrt keyptar royndir við at lata arkitektar arbeiða frítt og tí kundi eg beinanvegin siga at tann verkætlanin ongantíð fór at bera seg.
– Tí er neyðugt at menn finna fram til eina loysn sum kann bera seg, og tað er eingin ivi um at tað er umráðandi fyri Klaksvíkina at miðbýarætlanin gerst veruleiki.
– Eg eri sannførdur um at handilslívið í Klaksvík hevur brúk fyri eini handilsmiðstøð tí handilslívið í dag er als ikki kappingarført tá Norðoyatunnilin kemur.

Byggja á Lambareiði
Spurdur um SMS fer at byggja eina deild á Lambareiði, um teir ikki verða við í miðbýar ætlanini í Klaksvík, sigur Niels Mortensen at hesin spurningurin er misskiltur.
– Vit eiga eitt grundstykki á Lambareiði og tann verkætlanin hevur einki við Klaksvík at gera. Tað er ein lokal verkætlan fyri Runavík.
– Sum sagt so vanta vit ikki at ein keypsmiðstøð í Klaksvík kemur at ávirkað okkum í Havn ella um vit byggja á Lambareiði, tí tá vit hugsað um norðoyatunnilin, so hugsað vit út frá umstøðunum hjá okkum í Klaksvík, og tær skulu undir øllum umstøðum betrast.
Niels Mortensen sigur, at í løtuni vit teir ikki hvat hendir við miðbýarætlanini í Klaksvík og tí bíða teir við at taka avgerð um hvussu teir skulu innrætta seg í framtíðini í Klaksvík.