Á eykaflokstingi í Tórshavn leygardagin var Karsten Hansen valdur til næstformann
Tíðindaskriv:
frá Eykaflokstingi Tjóðveldisfloksins
í Læraraskúlahøllini hin 18. desember 2004
Á eykaflokstingi í Tórshavn hin 18. desember 2004 hevur Tjóðveldisflokkurin m.a. viðgjørt hesi mál:
1. Karsten Hansen varð valdur næstformaður við 39 atkvøðum, meðan mótvalevnið Tórbjørn Jacobsen fekk 7 atkvøður.
2. Uppskotið frá starvsnevndini um at seta í verk útihýsingarreglur í Tjóðveldisflokkinum varð samtykt við 32 atkvøðum fyri og 14 ímóti.
3. Uppskotið frá starvsnevndini um at broyta reglurnar fyri innkalling til eykafloksting varð samtykt við 35 atkvøðum fyri og tveimum ímóti.
4. Flokstingið viðgjørdi støðuna í flokkinum og samtykti hjáløgdu yvirlýsing.
Tórshavn, hin 18. desember 2004
Jóannes Dalsgarð
Aðalstjórnarformaður




