Ráðgevari Mín: "Takkið HARRANUM, ákallið navn Hansara!" Es. 12,4
Esaias – 12. KAPITUL
Lovsongur hins frelsta Ísraels.
1 Tann dag skalt tú siga: Eg takki Tær, HARRI, tí víst vart Tú vreiður við meg, men vreiði Tín helt uppat, og Tú troystaði meg!
2 Gud er frelsa mín; eg eri tryggur og óttist ikki, tí Harrin HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð mær til frelsu!"
3 Og við gleði skulu tit oysa vatn úr keldum frelsunnar.
4 Tit skulu siga tann dag: Takkið HARRANUM, ákallið navn Hansara, gerið verk Hansara kend millum fólkini, kunngerið, at navn Hansara er høgt!
5 Lovsyngið HARRANUM, tí stórverk hevur Hann gjørt! Latið hetta verða kunnigt um alla jørðina!
6 Rópið hart og fegnist, tit, sum búgva á Zion! Tí stórur mitt ímillum tykkara er hin Heilagi Ísraels!"




