Mong eru jólakortini sum koma inn gjøgnum dyrnar, og m.a. fingu vit á redaktiónini eitt áhugavert jólakort frá Norðoya Fornminnasavnið
Á kortinum er ein mynd av hárprýði, og um hetta stendur soleiðis skrivað:
Høvuðkambur úr messing prýddur við filigranni framman.
Stødd: 88 x 135 mm, árundaður uml. 10mm.
Malena Matras, 1809-1890, dóttir sýslumannin Sámal Michael Matras og Onnu Margrethu Absalonsdóttir á Norðoyri, hevur átt kambin.
Malena giftist við Jógvani Ólason, bónda í Norðistovu í Gerðum.
Kamburin er arvaður gjøgnum eftirkomararnar til Carolinu (Kallu) Samuelsen á Vágsheygnum í Klaksvík, ið hevur latið kambin til savnið.




