Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein jóla- og nýggjársheilsan frá borgarstjóranum: Jólini bera vón og hita til hjørtuni

John William Joensen

Eitt valskeið er runnið, ein býráðsseta fer nú um sýn, og ein nýggj tekur við. Hetta gevur høvi til nógvar hugsanir og hugleiðingar, men tær verða at bíða, tí nú tað stundar til jóla, leggja vit tað dagliga frá okkum fyri at njóta friðin, sum jólini og jólaboðskapurin bera okkum.

Meðan hesar reglur verða skrivaðar, er stytsti dagur. Ljósið vardi bert fáar tímar, so varð myrkt aftur mitt á degi, meðan fólk runnu inn og út úr handlum, nú jólastákanin er í hæddini.
Nei, tað er ikki løgið, at vit, sum búleikast her á veðurbardu klettunum, gera so nógv burtur úr at pynta við ljósum og ljósketum, tí ljósið ber boð um vón og lív.
Bæði bygdir og býur í Norðoyggjum liggja í einum roða av smáum ljósum, sum hvørt sær ikki muna tað heilt stóra í vetramyrkrinum. Men samanlagt geva hesi smáu ljósini ein serstakan og heimligan hugna, sum vit á hvørjum ári gleða okkum til, bæði børn og vaksin – ja, vit verða øll eins og børn hesa ársins tíð.
Ljósið og hugnin frá øllum hesum smáu jólaljósunum minnir okkum á tann sannleikan, sum Orð Guds eisini boðar, at øll Guds børn, hvør í sínum lagi, eru ljós heimsins, sum eiga at lýsa upp, har vit eru.
Eg hugsi um nógv sungna altjóða barna- og ungdómssangin, sum sigur: ”Mítt lítla himmalljós, nú skal tað lýsa bjart”. Tað tykist kanska vónleyst til tíðir, men um hvør og ein ger eftir hesum heilaga boðnum, so verður tað samlaða ljósið og árinið stórt og gott, júst sum smáu jólaljósini gera í felag.
Kraftina til at lýsa øðrum fáa vit frá tí stóra ljósinum, Harranum Jesusi, ið lat seg føða sum tað lítla barnið í krubbuni við tí endamáli at bera alla heimsins synd. Tað er hann, sum sigur: ”Eg eri komin sum ljós í  heimin, fyri at eingin, sum trýr á Meg, skal verða verandi í myrkri.”
Til tykkum, sum sita í stórum sakni, tí tit mistu onkran av tykkara kæru vil eg bera eina serliga heilsan við bøn til Harran um, at Hann, sum er Gud alrar troystar, skal troysta og styrkja tykkum.
Jólini bera eisini boð um, at nú fer aftur at bera ímóti ljósari tíðum hjá okkum, sum búgva her á norðaru hálvkúlu. Eftir eina drúgva ferð suðureftir, hevur sólin nú vent, og hon er á veg norður aftur til okkara.
Hetta lívgar okkara hjørtu, og meðan vit gleðast um at síggja kend andlit, sum vitja heimaftur at halda jól saman við sínum kæru, so gleða vit okkum um og til, at dagurin aftur fer at leingjast, og sólin fer at kveikja lív í plantur, djór og mest av øllum: í okkum menniskju.
Jú, víst bera jólini vón og hita til hjørtuni.
Við hesum vil eg ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna.

Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri