Í samband við kommunuvalið 2004 valdi eg at taka evnið upp um Klaksvíkar Sjúkrahús, nú sambandið til fastlandið verður veruleiki. Eg fór undir at kanna um støðuna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og hvørja ávirkan tað hevur fyri onnur.
Tað kom fram undir kanningini, at Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt sera attraktivt stað fyri serlæknar í ymiskum greinum, bæði innan fyri bleytkiurgi og beinkiurgi. Hettar kemst av, at starvfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er sera dugnaligt og hevur stórar royndir at skifta ímillum ymiskar sergreinar og er opið fyri at nema sær nýggja vitan. Tey eru somuleiðis von við at arbeiða undir ymiskum læknum, og ger hetta, at serlæknarnir eru glaðir fyri at arbeiða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Hesin háttur, sum verður brúktur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at serlæknar koma hendavegin, verður eisini brúktur fleiri aðrastaðni, so sum Norður Norra og Norður Svøríki. Á einum lítlum sjúkrahúsi er tað gjørligt at skipa arbeiðið meiri effektivt. Møguleiki er fyri at gera eitt kanninarumfar í einari skiftu, so sjúklingur sleppur frá at ferðast fleiri ferðir.
Tað kann eisini viðmerkjast, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur veruliga havt eydnuna við sær í samband við "laminar air flow systemið", har bakteriutalið er serliga lágt. Hetta viðførir so aftur, at minni vandi er fyri infektión eftir skurðviðgerð.
Av tí at eg síggi tað sum tídningarmikið, at vit í Føroyum vita um hettar, seti eg hesar reglur í blaðið.
Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen
løgreglukvinna í Klaksvík.




