Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liverpool-treff á Eiði

John William Joensen

Í samband við heimadystin hjá Liverpool móti Manchester United tann 15. januar kl. 12.30, so skipar Liverpool Føroyar, sum er fjepparafelag hjá Liverpool FC í Føroyum, fyri einum spennandi treffi á Eiði.

Skráin fyri dagin sær soleiðis út:
Kl. 09-12 Innandura-fótbóltur í høllini
Kl. 12-15 Fótbóltur á stórskíggja í EB-húsinum
Kl. 15-18 Døgverði v/kaffi á Hotel Eiði

Tiltakið er bert fyri limir í Liverpool Føroyar. Hvussu ein gerst limur, er at síggja á heimasíðuni hjá felagnum sum er www.liverpool.fo. Tilmelding til tiltakið fer fram við at gjalda kr. 250 á konto 6460-167.367.1 í Føroya Banka, og í samband við tilmeldingina skal ein minnist til at upplýsa limanavnið.

Liverpool Føroyar
bleiv stovnað á heysti 2003, men tað fyrsta árið hendi ikki serliga nógv í felagnum.
Í november seinasta ár bleiv nýggj nevnd vald, og ætlar hon at felagið skal verða meira sjónligt og gera meira fyri limirnar hjá sær. Í nýggju nevndini sita Guttorm Sørensen (formaður), Áki Johansen (næstformaður) og Petur (Piddi) Olsen (skrivari). Nýggja nevndin vónar at síggja nógvar limir til hetta fyrsta tiltakið í 2005.

"You’ll never walk alone"

Harleywoodpaint