Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit hava borið okkum rætt at

John William Joensen

sigur leiðarin á tíðindadeildini hjá ÚF, Jóhann Mortensen, í viðmerking til at Innlendismálaráði í brævið til útvarpsstjóran ger greitt at tíðindini, sum Útvarp Føroya bar fram um Rapa hjúnini, vóru skilaleys og villeiðandi

–  Eg kann ikki siga annað enn at eg havi tosað við tíðindamannin, sum varðaði av søguni um Rapa hjúnini í tíðindasendingini og eg dugi ikki at síggja at vit á nakran hátt hava borið okkum skeivt at.
 
Onga viðmerking til Innlendisráði
Um brævið frá Innlendismálaráðnum, sigur Jóhann Mortensen, at tað hevði hann onga viðmerking til.
– Vit fáa nógvar viðmerkingar til tíðindini í útvarpinum, og tað hava fólk sjálvandi rætt til, men meiri leggi eg ikki í tað.